Longu skeiðini taka støði í árstíðunum, og tí er eyðsýndur munur á praktisku táttunum á várskeiðinum og heystskeiðinum.
Um heystið taka vit grønmeti upp, heinta fjørumat, luttaka í flettingini á bóndagørðum á Sandi og arbeiða við góðsking og goymslu av rávørunum.
Náttúrupplivingarnar eru tætt knýttar at okkara siðvenjnum um vetrarhálvuna. Vit fara eisini út í náttúruna til hugna og stuttleika.
1500 kr um vikuna.
Skúlin er staðsettur á Sandi, og næmingarnir húsast í vakra, hugnaliga Ísansgarði. Í Ísansgarði eru nýggju kømur. Næmingar deila kamar tvey og tvey. Næmingar og starvsfólk hjálpast at við matgerð og reingerð.
Maturin er í størstan mun stuttfluttur og/ella vistfrøðiligur.
Avmarkað pláss. Skriva til okkum á skeid@gronihaskulin.fo ella ring á +298 272420.