Grøni háskúlin er partur av Háskúlafelagnum á Sandi, og varð settur á stovn í 2018. Stigtakari til skúlan var áhugafelagið Veltan.
Í stýrinum fyri háskúlan sita:
Ári Fossdalsá Brend, formaður
Lilian Clementsen, næstforkvinna
Anna Johnleyg Hentze, kassameistari
Gutti Winther, skrivari
Anne Birk, stýrislimur
Elin Lindenskov, stýrislimur
Katrin Dalsgaard Nolsøe, stýrislimur
Guðmundur Joensen, stýrislimur
§ 1
Navn og heimstaður
Háskúlin í Sandoy er ein sjálvsognarstovnur við heimstaði í Sands kommunu.
Stk. 2. Leiðari háskúlans er ábyrgdarpersónur skúlans.
§ 2
Endamál
Endamál háskúlans er at veita næmingunum kunnleika og arbeiðshættir, sum stuðla honum í persónligu menningini og gera hann tilvitaðan um sín lut í samfelagnum og náttúruni.
Føroyska samfelagið og náttúran eru støði undir skúlanum, og vit veita kunnleika og menning innan føroyskt mál og mentan. At menna næmingarnar í kropp og sál, og at gera teir tilvitaðar um heilsu og lívsgóðsku eru eisini mál skúlans.
Stk. 2.
Háskúlin hevur føroyska matmentan herundir mattilfeingi, grøði, sjálvbjargni, matlist, náttúru og burðadygga náttúrunýtslu sum evnisøki. Skúlin skal vera nýhugsandi, skapa samanrenningar innan matlist, føroyska rávøruframleiðslu og náttúrutilfeingi. Skúlin hevur høgt støði, og kann taka hinar norðurlendsku mentanirnar uppí sítt virksemi.
Stk 3.
Háskúlin bjóðar undirvísing í føroyskum máli, siðmenning og føroyskari mentan, og vil vekja ans fyri andligum virðum og likamligari rørslu. Háskúlin virkar fyri at menna evnini til støðutakan og sjálvbjargni, náttúrukunnleika, kreativu førleikarnar og praktisku lívsamboðini hjá tí einstaka, bæði í mun til evnini, ið undirvíst verður í, men eisini í mun leiklutin hjá tí einstaka sum partur av einum felagskapi og samfelagnum. Skúlin leggur dent á rørslu og ítrótt sum part av lívinum í tøttum sambandi við náttúruna.
Stk. 4. Háskúlin kann samstarva við aðrar skúlar, felagsskapir og stovnar í samband við undirvísingina.
Stk. 5. Háskúlin er ætlaður fólki 17 ár og eldri.
§ 3
Leiðsla og stýri
Háskúlin verður skipaður undir leiðslu av einum stýri við sjey limum.
Stk. 2. Stýrið verður mannað soleiðis: Stovnarar skúlans myndaðu fyrsta stýrið í august 2018 og ásettu, at Stuðulsfelagið fyri háskúlan í Sandoy eftir hetta skal velja 6 limir, og starvsfólkið knýtt at skúlanum velur 7. limin. Stuðulsfelagið velur tveir tiltakslimir.
Stk. 3. Stýrið verður valt fyri 2 ár í senn. Tilnevningin er í august.
Stk. 4. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni. Stýrið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi 5 limir eru møttir. Avgerðir í stýrinum verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur atkvøðugreiðslan á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 5. Arbeiðið í stýrinum verður lønt eftir reglunum hjá tí almenna. Allar beinleiðis útreiðslur, ið standast av stýrisarbeiðinum, verða endurgoldnar ímóti skjalprógvum. Ferðaútreiðslur verða endurgoldnar sambært reglum um tænastumenn landsins.
Stk. 6. Stýrið setur leiðara fyri háskúlan. Háskúlaleiðarin er ábyrgdarpersónur háskúlans í sambandi við góðkenning av háskúlanum sbrt. § 2 stk. 1 í Løgtingslóg nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 29. mai 2017.
Háskúlaleiðarin hevur umsjón við og ábyrgd av fíggjarviðurskiftum og fyrisiting háskúlans. Háskúlaleiðarin hevur eisini ábyrgd av fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í háskúlanum.
§ 4
Stuðulsfelagið
Stuðulsfelagið fyri háskúlan í Sandoy hevur egnar lógir, sum stýrið fyri háskúlan ikki hevur myndugleika at gera ella broyta.
§ 5
Arbeiðið í stýrinum
Stýrið ella háskúlaleiðarin kallar inn til stýrisfund í samráð við stýrisformannin 4 ferðir um árið, og harumframt tá tað verður hildið at vera neyðugt. Fundarboðini skulu verða skrivlig og givin í góðari tíð.
Stk. 2. Háskúlaleiðarin er skrivari hjá stýrinum og førir á hvørjum stýrisfundi gerðabók, sum møttu stýrislimirnir undirskriva eftir at fundurin er lokin.
Stk. 3. Háskúlaleiðarin ger á hvørjum ári saman við stýrinum fíggjarætlan fyri komandi skúlaár, sum verður send landsstýrismanninum í seinasta lagi 1. juni.
Stk. 4. Stýrið setur í samráð við háskúlaleiðaran lærarar og onnur starvsfólk, ið verða lønt sambært galdandi lønarsáttmálum á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 5. Í samráð við háskúlaleiðaran og lærarar tekur stýrið í seinasta lagi 1. oktober á hvørjum ári avgerð um undirvísingar- og arbeiðsætlan fyri komandi skúlaár, ið verður send landsstýrismanninum til góðkenningar sbr. § 6 í lógini.
§ 6
Roknskapur og fígging
Roknskaparár háskúlans er álmanakkaárið. Roknskapur verður grannskoðaður av góðkendum grannskoðara. Stýrið letur í seinasta lagi 15. mars úr hondum grannskoðaðan roknskap og ársfrágreiðing fyri undanfarna ár.
Stk. 2. Háskúlin verður fíggjaður við stuðli úr landskassanum og við næmingagjaldi sambært lógini. Háskúlin kann eisini útvega sær pening við tiltøkum av ymiskum slag og frá privatum stuðlum.
Stk. 3. Landsstýrsmaðurin skal góðkenna lønina hjá háskúlaleiðarum sambært galdandi lønarsáttmála á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 4. Leiðsla háskúlans sendir á hvørjum ári innan 1. apríl landsstýrismanninum grannskoðaðan roknskap fyri undanfarna fíggjarár til góðkenningar.
§ 7
Keyp og søla av ognum
Til at keypa og selja fasta ogn ella veðhalda krevst, at í minsta lagi 5 av 7 stýrislimum atkvøða fyri avgerðini.
Stk. 2. Verða ognir keyptar, latnar ella settar í veð, verða lán tikin, panting ella onnur trygd givin, ella verður prokura givin, krevst at í minsta lagi 5 av 7 stýrislimum skriva undir, har ímillum stýrisformaðurin. Landsstýrismaðurin skal góðkenna avgerðir sambært hesi áseting.
§ 8
Viðtøkubroytingar og avtøka
Broytingar kunnu bara verða gjørdar í viðtøkunum, um 5 av 7 stýrislimum atkvøða fyri. Landsstýrismaðurin skal góðkenna viðtøkubroytingarnar.
Stk. 2. Verður Háskúlin í Sandoynni tikin av, skulu í minsta lagi 5 av 7 stýrislimum atkvøða fyri. Landsstýrismaðurin skal góðkenna avgerðina sambært hesi áseting.
Stk. 3. Møguligt avlop og avhandan av ognum skúlans í sambandi við avtøku verða nýtt til eitthvørt útbúgvingarendarmál í Sandoynni eftir góðkenning landsstýrismansins.
§ 9
Góðkenning
Sambært lógini skal landsstýrismaðurin góðkenna viðtøkur og virksemi skúlans og broytingar í viðtøkunum.
Soleiðis samtykt á stovnandi fundi á Sandi 13. august 2018, og broytt á stýrisfundi 13. november 2018.