Á Grøna Háskúlanum kanst tú nema tær royndir og læra at liva burðardygt í tøttum sambandi við nærumhvørvið.
Vit læra um náttúruna, livfrøðiligt margfeldni og hvussu vit kunnu liva og virka í samljóði við náttúruna.
Vit læra at gangnnýta tilfeingi í sjógvi og á landi á skynsaman hátt.
Vit læra at vera sjálvbjargin.
Vit læra at ferðast í náttúruni við virðing.
Vit læra at matgera og góðska tær rávørurnar, ið náttúran gevur okkum, tá vit vísa henni virðing.
Grøni háskúlin bjóðar eitt heystskeið til ung í 17-25 árs aldri. Meira kunning fært tú her ella skriva til okkum á skeid@gronihaskulin.fo
Undirvísingin er tætt bundin at árstíðini og tí náttúra, veður og umstøður hava at bjóða. Undirvísingin á skúlanum er skipað í evnum útfrá tilfeinginum, sum er júst tá.
Undirvísingin er bæði praktisk og ástøðilig.
Skeiði endar við einari verkætlan, sum næmingarnir sjálvir sleppa at mynda.
Skúlin bjóðar tvey skeið um árið, og tú kann lesa meira um heystskeiðið, sum byrjar 19. august 2024 her.
Næmingar luttaka í øllum arbeiði kring gerandisdagin á skúlanum: Matgerð, reingerð, lúking, velting o.s.fr. Í háskúlatíðini liva vit saman sum ein stór familja, og vit hjálpast at við at menna og byggja skúlan upp.
Grøni Háskúlin er staðsettur í hugnaliga Ísansgarði heima á Sandi.
Á Grøna Háskúlanum fáa næmingarnir kunnleika og arbeiðshættir, sum stuðla teimum í persónligu menningini og gera tey tilvitaðan um sín lut í samfelagnum og náttúruni.
Háskúlin er ætlaður ungum, 17 - 25 ár.